Ongantíð aftur Talebanlandsstýrið

-Hygg, har situr mamma, lat í einum lítlum kúlli, tá ið nýggja løgtingið varð sett.

Átta kvinnur vóru millum tinglimirnar, og hetta setti sín dám á løtuna

Nýggja landslagið í føroyskum politikki sást aftur í tingsalinum leygarmorgunin, tá tingið var eitt sindur litríkari enn tað plagar.

Kvinnuligu tinglimirnir vóru Annita á Fríðriksmørk,Bjørt Samuelsen,og Bergtóra Høgnadóttir Joensen úr Tjóveldi, Helena Dam á Neystabø og Katrin Dahl Jacobsen úr Javnaðarflokkinum, Rósa Samuelsen úr Sambandsflokkinum, og Annika Olsen úr Fólkaflokkinum. Harumframt kom Eyðgunn Samuelsen inn sum tiltakslimur fyri Hans Paula Strøm.

Og millum áhoyrarar sótu eisini nøkur børn, og sum Portalurin dugdi at síggja vóru tað bara kvinnuligir tinglimir, sum høvdu børn við.

Tveir av hesum vóru fimm og tvey ára gomlu Markus og Bjarni Horn Olsen. Teir sótu hjá pápanum og ommu og abbanum.

- Hygg, har situr mamma, segði Bjarni stoltur, tá hann hevði hevði funnið seg til rættis á áskoðarabonkinum.

Jóannes Eidesgaard, Løgmaður, væntar, at hann er tann síðsti løgmaðurin, sum er leiðari fyri eitt reint mannfólkalandsstýrið.

- Taleban myndir av landsstýrum hoyra fortíðini til, staðfestir hann.