Ongantíð aftur ? Holocaust!

.

Týsdagin 2. til hósdagin 4. juni heilsar felagið Vinir Ísraels í Føroyum vælkomin til ísraelsku sendiharrahjúnini harra Abraham Setton og frú Susan. Formaðurin í felagnum, Eliesar Arge, hevur skrivað hesi orð í sambandi við vitjanina:

»Hvørja ferð, vit hava havt høvi til at fagna einum nýggju sendiharrafólki úr Ísrael, kennist tað sum nakað heilt seregið. Í 2000 ár hevur ikki verið nakað heimland jødanna við egnum talsmonnum uttan bert í einum trúarheimi hjá teimum útlagnu jødunum, sum hvørt ár heilsaðu hvørjum øðrum við orðunum: næsta ár í Jerusalem.

Mangir mætir menn heilsa Ísrael á teirra 50 ára stovningardegi, og skulu vit bert endurgeva nakrar kendar Ísraels vinir í Danmark.

Peter Duetoft, sum er formaður í Fælleskomitéen í Danmark ? eitt meginfelag fyri øll donsk-ísraelsk vinafeløg, har eisini felagið Vinir Ísraels í Føroyum er limur ? skrivar m.a.: »Hin nýtímans Zionisma bleiv til, tí tey europeisku fólkasløgini fóru so ótrúliga illa við jødunum. Pogromir (russ. = oyðileggja) og kúgan, noyddi jødarnar til at stríðast fyri teirra dreymi um egið land. Og tað óskiljandi »helviti« við Holocaust varð tann katastrofan, sum bant tey vestligu demokratiini til lyftið um eitt »jøda-heimland«. Jødar máttu fáa og hava ein frístað, um ikki-jødar skuldu gloymt teirra lyfti til 6 mio. offur: Ongantíð aftur«.


Fyrrverandi yvirrabbinari Bent Melchior skrivar: »Vit áttu at hátíðarhildið endurstovnanina av Ísrael á hvørjum ári. Fyri tí minniluta, millum tey núlivandi, sum vóru vaksin og medvitandi tá, er tað onki av tí, sum hendi tað, sum hevur broytt okkara verðinsmynd sum tað, at staturin Ísrael kom aftur á verðinskortið.

Men eisini fyri tey, sum bert kenna til eina verð við Ísrael er tað, at Ísrael er til, so altavgerandi, at tað eigur at hátíðarhaldast. Ert tú í iva, skalt tú bara hugsa um alternativið: at Ísrael ikki er til!«

Chr. C. Svendsen, ritstjóri á gamla blaðnum Kirkeklokken, sum nú eitur »Godt Budskab«, og blaðnum »Israels Vægter«, og er formaður fyri felagnum: »Dansk Jødisk Venskab«, skrivar.: »Í 50 ár hevur staturin Ísrael sýnt, at hann kann liva og er alheims viðurkendur. Tað er ein demokratiskur statur við øllum teimum funktiónum, sum ein nútímans statur skal hava. Ísrael vísti, at demokrati kann festa røtur um bert rætti andin er til staðar, og gevur tí íblástur til stríðið móti korruptión í allari verðini.

1948 kollvelti eisini mangt í tí kristnu kirkjuni og samkomuni. Túsund ára misskilt teologi fall til jarðar hvat viðvíkur tí jødiska fólkinum: Jødanna upprunaliga støða sum útvalt fólk var liðug varð sagt ? nú var tað kirkjan, ið var arvingur til allar tær góðu fyrijáttanirnar í bíbliuni. Prógvið varð funnið í einum spjaddum fólki uttan nakað land, nakað, sum leiandi kirkjumenn væntaðu fór at verða varandi.

Og so kemur hin jødiski staturin aftur til reiðar at fagna signingarnar og fyrijáttanirnar.

Stórir skarar av kristnum eru farnir avstað og hava játtað Ísrael sín fulla stuðul. Her er meiri lív og framtíð enn í teimum ráðandi fordómunum.

Kristin hava í árhundraðir verið merkt av feiltulkan frá leiðandi kirkjufedrum, tá tað viðvíkti tí jødiska fólkinum. Men tað vóru eisini kristin, sum sóu fyrijáttanir í Bíbliuni um, at jødarnir fóru at venda aftur til fedranna land sum ein vón og eitt ljós fyri framtíðina. Ofta vóru tey ókend, men nøkur kenna vit.

Tað eru góð 100 ár síðan Theodor Hertzel skrivaði bókina »Der Judenstaat«. Saman við William Hechler, kapelanur við bretsku sendistovuna í Wien, sum varð hugtikin av profetiinum í Bíbliuni um heimkomu jødanna o.ø., grundlegði dreymin um jødanna afturvendan til teirra heilaga land og hin heilaga stað Jerusalem.

Søga Ísraels byrjaði langt áðrenn Føroyar og Danmark vórðu sameind sum lond við teirra egnu søgu.

Men søga Ísraels gongur heilt aftur til tíðina, tá Jósva førdi fólkið inn í landið, ella eiga vit at fara heilt aftur til, tá Harrin segði við Jákup: »Tú skalt ikki eita Jákup longur, tú skalt eita Ísrael, tí tú hevur barst við Gud og menniskju og vunnið«.

Tillukku Ísrael, og takk tí tú enn gevur okkum íblástur«.


Vinir Ísraels í Føroyum,

Eliesar Arge, formaður