Ongan trupulleika við at verða kallað brekað

Eg havi ongan trupulleika við at verða kallað brekað - eg eri tó ikki bara brekað, men so nógv annað eisini, sigur Herit Joensen.

- At eg eri brekað er bert eitt av mongu orðunum sum lýsa meg. Eg havi ongan trupulleika við at verða kallað brekað - eg eri tó ikki bara brekað, men so nógv annað eisini, sigur 42 ára gamla Herit Joensen úr Vestmanna, sum hevur verið lamin helvtina av lívi sínum, eftir at hon var í einum ferðsluóhappi sum 22 ára gomul í 1996.

 

Meginfelag fyri tey, ið bera brek í Føroyum hevur seinastu tíðina varpað ljós á týdningin av orðinum brek, og kjakast hevur verið um hvørki orðið møguliga skal skiftast út við eitt annað, nýtt orð. Í farnu viku vóru tveir pallborðsfundir, ein í Klaksvík og ein í Runavík, um sama evni.

 

-Eg kann, sum ein av teimum fáu siga at eg havi tað fínt við orðinum brek, sigur Herit. Tað stingur ikki longur enn onnur skeldsorð, sigur Herit.

 

Hyggur tú at orðinum brekað’ í orðabókini, so eru nógv negativ hugasambond, so sum at okkurt er brotið ella er í ólagi. Herit heldur at orðið lýsur væl tað, sum hon brúkar orðið til, tí tað er onki romantiskt við at bera brek.

 

Les meir um ferðsluóhappið sum broytti lívið hjá Herit, og um hugsanir hennara um evnið í Sosialinum, sum kemur út fríggjdagin.