Ongan tíð aftur Páll

Nýggju kappingarreglurnar benda á, at eisini FSF hevur fingið sína læru av drúgvasta kærumálinum í føroyskari fótbóltssøgu

Stóri trupulleikin í viðgerðini av marathon-kærumálinum um Páll M. Joensen í fjør var, at mannagongdirnar innan spælaraskráseting og spæliloyvi ikki tótkust nóg greiðar. Ein sannroynd, sum eisini varð staðfest, tá hvørki Ítróttardómstólur ella Dómsnevnd vildu góðtaka, at málini um Páll M. Joensen, Knút Vesturtún og Klæmint Matras skuldu viðgerast hvør sær, fyrr enn FSF hevði lyft próvbyrðuna fyri, at

Greiðar mannagongdir
Í nýggju kappingarreglunum verður púra greitt staðfest, nær spælari hevur loyvi at spæla.
Fyri spælara, sum altíð hevur spælt fyri eitt og sama felag, er ikki neyðugt við útskrivaðum spæliloyvi, men hesin skal nú vera tilmeldaður leikaralistanum hjá FSF. Men í teirri løtu, at spælari fyrstu ferð skiftir felag, skal spæliloyvi útskrivast, áðrenn hesin kann umboða nýggja felagið. Og eftir fyrsta skiftið verður tað til eina og hvørja tíð loyvisbrævið, sum er avgerandi fyri, hvørt spælari hevur loyvi at spæla ella ikki.
Umframt at minka um vandan fyri málum, sum hava eyðkent tær báðar seinastu kappingarnar um Løgmanssteypið, so hevur nýggja reglugerðin eisini ein annan stóran fyrimun. Hon gevur nevnliga eina greiða skráseting av ungum spælarum, og hetta er neyðugt, um føroyskur fótbóltur skal fáa ágóðan av ágóðan av transfer-reglunum, um ein føroyskur spælari onkra tíð skuldi verið seldur fyri stóra peningaupphædd.

Foreldrini skulu játta
Og so var eisini ein áhugaverd og kanska stuttlig krúlla á viðgerðini av nýggju Kappingarreglunum.
Fyri spælarar, sum eru undir 18 ár, er nú galdandi, at skal spælarin flyti spæliloyvi í annað felag, so er neyðugt, at foreldrini skriva undir flytingarskjal. Hetta fekk onkran til at viðmerkja, at tað kundi vera óheppi, um t.d. ein íðin HB-pápi noktaði soninum at skifta til B36. Og tað kann eisini hugsast, at eitt nú stóru havnarfeløgini komandi dagarnar fáa stóra tilgongd av smábørnnum á limalistan.
Hinvegin varð eisini onkur á fundinum, sum helt, at hetta var ein góð regla at hava. Serstakliga, tí slík skifti hjá ungum spælarum kunnu verða framd í illsinni av einstakari keðiligari hending, og at tá vildi verið gott, um foreldrini aktivt fara inn at loysa illstøðuna, heldur enn at børnini í illsinni skifta felag.