Óluva Húsgarð
Í Havn, hin 28. mai 2005
Í Dimmalætting hin 26. mai stendur »Opið bræv til løgmann« frá Musikklærarafelag Føroya, ið mótmælir, at hægsti myndugleiki í Føroyum brúkar útlendskar tónleikarar at umboða almennu Føroyar á almennu kongaligu vitjanini í summar.
Takki Musikklærarafelagnum fyri, at tað letur við seg koma, og at tað mótmælir.
At embætisfólk á løgmansskrivstovuni ikki duga á at skyna, at soleiðis ber mentað fólk seg ikki at, kemst av, at tvey ættarlið hava livað og virkað undir heimastýrislógini, har grein 11, 1. stk. er líka fúlt, sum tiltikna grein 7 í lógini um barnaskúlan.
Í grein 11, 1. stk. í heimastýrislógini stendur: »Føroyskt verður viðurkent sum høvuðsmál, men danskt skal lærast væl og virðiliga, og danskt kann eins væl og føroyskt nýtast í almennum viðurskiftum«.
Heimastýrisflokkarnir, sum samtyktu hesar reglur, vágaðu sær ikki at nýta tær, meðan teir sótu í landsstýrinum frá 1948-1950, frá 1958-1962 og frá 1966-1970.
Í 1970 kom eitt nýtt ættarlið upp í føroyskan politikk. Hetta ættarlið hevði livað í gleðirúsi í »glaðu 60-unum« í Danmark og fekk nú fótin inn um tinggátta og landsfyrisitingina við einum sterkum landskassa. Hesir vóru »verðinsmenn« og ikki sum »føroysku heimføðingarnir«, sum høvdu bygt landskassan upp, og sum rindaðu hvørjum sítt! Teir, ið komu aftaná hesar, og sum komu í fullveldislandsstýrið 2000-2004, settu útlendingar, sum ikki duga føroyskt, í landsins hægstu sessir fyri almenna føroyska løn eftir útlendskum taksti, og settu hesar framum okkara egnu við hægstu útbúgving.
Hetta hevði ikki gingið í Danmark!!
Sitandi landsstýri talar um nýggjan sáttmála, sum gevur líkarætt millum londini Danmark-Føroyar.
Líkarættur er ongin, so longi sum grein 11, 1. stk. í »Lov om Færøernes Hjemmestyre« er í gildi, og hana tykjast menn ikki vera førir fyri at taka av!
At útlendskir tónleikarar nú fara at umboða almennu Føroyar á almennu kongaligu vitjanini er bert ein avleggari av heimastýrislógini.