Týsdagin avdúkaði landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, at hetta landsstýrið hevur sett sær fyri ikki at reka ein miðvísan íbúðapolitikk. Hetta kom fram í svari til ein fyrispurning frá Anitu á Fríðríksmørk.
Grundgevingin hjá Sámal Peturi í Grund fyri ikki at reka ein íbúðapolitikk er hon, at fleiri íbúðir í Havnini eru í stríð við økismenningarpolitkkin hjá landsstýrinum. Men her blandar hann tvinni viðurskifti saman. Flestu føroyingar taka undir við, at vit skulu styrkja bæði útjaðaran og útoyggjarnar. Trupulleikin er bara hann, at so mong vilja til Havnar. Og tað er kanska ikki so løgið, tí í høvuðsstaðnum er arbeiði og eitt stórt útboð á øllum økjum í frítíðini.
Men grundin til, at so er, er bæði hon, at tað almenna leggur støðugt meiri virksemi í Havnini og tað sama ger privata tænastuvinnan. Tí er svarið hjá Sámal Peturi í Grund eisini í andsøgn við almenna politikkin. Skuldi landsstýrið í øllum lutum hugsa um útjaðaran, átti landsstýrið ikki sett eitt tað einasta starvsfólk afturat í høvuðsstaðnum, men flutt upp aftur fleiri stovnar út um landið. Tað ber kortini ikki til eftir stuttari tíð.
Harafturat er støðan í høvuðsstaðnum ídag, at eftirspurningurin eftir býli er so stórur, at prísurin er rokin upp. Tað merkir, at tey, sum ikki hava ráð, verða rikin út á gøtuna.V.ø.o. hevur íbúðapoli tikkurin - ella vantandi politikkurin á hesum øki - eina sosiala slagsíðu. Og tað kann ikki góðtakast, tí býlið - heimið - er tað mest grundleggjandi í tilveruni.
Eitt er, at landsstýrismaðurin einki vil gera við trotið í Havnini. Men verri er, at landsstýrið hevur ongan miðvísan politikk á hesum øki sum heild. Føroyar eru ikki bara Havnin. Skulu ikki upp aftur fleiri setast aftur at koma til landið, og uppaftur fleiri gerast offur fyri íbúðaspekulatión, mugu vit stinga ein miðvísan politikk út í kortið á hesum øki.Men tá landsstýrið ikki vil gera tað, er hetta eitt upplagt evni hjá tí meiri sosialt tilvitandi andstøðuni at gera tað.