Onga viðmerking

Karstin Hansen hevur onga viðmerking til spurningin frá Hans Paula Strøm, um tey kunnu sleppa undan skatti, sum ikki tíma at gjalda

Hví skulu nøkur gjalda skatt, tá ið onnur sleppa undan? Spurningin setti Tórfinn Smith, býráðslimur í Havn í Sosialinum 27. juni. 3. juli tók Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður henda spurningin uppaftur og vildi hava landsstýrismannin í fíggjarmálum at greiða frá, um hetta ber til, og hvussu tað kann bera til.

Tá ið Sosialurin vendi sær til Karstin fyri spyrja, hvat hann fór at svara, vildi Karstin ikki gera nakrar viðmerkingar - í øllum førum ikki enn. Hann hevði lisið báðar greinarnar, men segði seg hava sett seg ov lítið inn í málið enn. Og hetta segði hann, nú tríggjar vikur eftir at spurningurin varð settur honum í Sosialinum.

Karstin hevði bara sæð spurningin í Sosialinum og ikki sjálvur fingið málið sendandi til sín.

Tað, Hans Pauli setti spurning fram um í Sosialinum, var, um tey kunnu sleppa undan skatti, sum ikki tíma at gjalda. Hesin spurningurin heldur Hans Pauli ikki kann standa ósvaraður. Ikki minst yvir fyri teimum vinnurekandi, sum greiða sínar skyldur. Hesi hava krav uppá at vita, hvat veruleikin í hesum ákærunum er.

Hans Pauli vil eisini hava at vita, um tað veruliga er so galið, sum sagt verður, hví tað er so galið, og hví einki verður gjørt við hetta.