Onga list og einki Guðs orð á ólavsøku

Summarið er farið at halla. Ólavsøkan er millum góðu løturnar, væl lagdar í geyma. Tá vit savnast um Merkið, um sangin, um listina, um tónleikin, um familjuna - dyrka fólkasálina og samleika, vit eru errin av. Tjóðarhátíðina eiga vit øll. Tó, nøkur eiga hana meira enn onnur.

 

Á ólavsøkuframsýningini í Listaskálanum var aftur í ár fitt av fólki hendan ólavsøkudagin. Millum teirra ein maður í koyristóli. Har er lyfta millum ovaru og niðaru hæddina. Men tá maðurin við hjálp frá starvsfólki royndi at sleppa oman higar, har meginparturin av framsýningini hekk, vísti tað seg, at lyftan kundi ikki lyfta tað, sum maðurin við koyristóli vigaði – tó talan var ikki um prúðan mann. Hann var komin at hyggja at avbjóðandi list, men gjørdist, púra óynskt, eina løtu sjálvur miðdepil. Flestu okkara ynskja ikki slíkt uppmerksemi, tá vit eru komin fyri at njóta eina framsýning.  

 

Fáar tímar frammanundan var guðstænastan í Dómkirkjuni. Hátíðarliga sessaðust løgtingsfólk og onnur at lýða á prestsins góða orð, við hegnisliga innflættaðum áminningum um rætt og rangt. Samstundis stríddist ein rørslutarnaður maður bókstaviliga fyri at sleppa um kirkjugátt í sínum koyristóli. Hann mátti fáa hjálp frá hjástøddum og innkomin, var ikki rúm fyri honum. Vit varnaðust einki, men kundu lesa hetta á FB í støðudagføring hjá Hanusi Samró, tingmanni.

 

Hetta vóru bert tvey dømi, sum hendu har eg var hjástødd. Hvussu mong onnur mundu vera runt umkring, og hvussu mong vóru tey, sum settust aftur til ymiskt tiltøk, tó at tey høvdu hug at luttaka?

 

Atkomuligi gerandisdagurin

Eitt er ólavsøkan. Verri er tað tó við teimum forðingum, sum mong møta í gerandisdegnum. Rørslutarnaði, sum ikki uttan víðari sleppa inn í bygningar, á arbeiðspláss, til konsertir, ferðavinnutúrar osfre. Fólk við ovurviðkvæmi, sum hava torført við at fara út at eta, tí flestu matstovur, eisini almennar, ikki geva hesum ans. Hoyri- og sjónveik, sum mangla atgongd til stóran part av tí almenna samskiftinum og kunningini. Arbeiðsmarknaðurin, sum framvegis í alt ov avmarkaðan mun rúmar fólki, við serligum avbjóðingum (og her er landsmyndugleikin tíverri eingin fyrimynd). Fólk, sum framvegis mugu renna millum óteljandi hurðar, tí tilboðini eru ov illa samskipaði, osfre, osfre. Hetta útihýsir ikki bert nógvum borgarum frá felagsskapinum, men tað ger eisini, at samfelagið missir ta gagn og styrki, sum atkomuleiki fyri øll gevur.

 

ST-sáttmálin og ábyrgdin

Í 2009 samtykti Løgtingið at seta í gildi ST-sáttmálan um rættindi hjá teimum, sum bera brek. Hetta var stórt framstig, men ásannast má, at tað gongur óneyðuga seint at fylgja góðu ætlanunum.

 

Í vár legði Tjóðveldi tí fram uppskot til samtyktar um at eitt av aðalráðunum skal hava ábyrgdina av hesum sáttmála. Eitt og sama landsstýrisfólk fær soleiðis ábyrgdina av, at sáttmálin verður hildin, og skal samskipa millum øll aðalráðini, so neyðugar ábøtur og broytingar verða framdar. Og taka stig til at orða ein brekpolitikk við greiðum málum, sum miðvíst verða rokkin. Í løtuni er ábyrgdin spjødd og ógreið. Samgongan feldi uppskot okkara, men tey vóru tó samd í, at ábyrgdin eigur at verða savnað. Hetta skal tí vera enn ein áheitan á landsstýrið um at fáa tað gjørt nú, beinanvegin.

 

Batar henda tíbetur alla tíðina, eitt nú er í kunngerð ásett krøv um

atkomumøguleikar til almennar bygningar. Men, komið er verri enn so á mál og skundað eigur at vera undir áhaldandi tilgongdina at bøta umstøðurnar, eins og Ráðið fyri brekað, MBF og limfeløgini har, miðvíst arbeiða fyri. Við politisku uppraðfestingini má eisini fylgja fíggjarlig orka. Tí tað kostar í fyrstu syftu at innrætta samfelagið til øll. Men íløgan kemur væl aftur, tí eitt samfelag verður av sær sjálvum ríkari, tá øll telja við!