? Sambandsflokkurin hevur onga leiðslu í løtuni, og tað hevur hann ikki havt síðani Edmund Joensen varð frákoyrdur. Men eg vóni sannliga, at flokkurin verður endurreistur skjótast.
Hetta sigur Johan Dahl, júst frákoyrdi landsstýrismaðurin, sum í løtuni umhugsar støðu sína í Sambandsflokkinum.
Hann finst harðliga at formanninum, Alfred Olsen og fyrrverandi formanninum, Lisbeth L. Petersen, sum hann heldur bæði beinleiðis hava mótarbeitt sær.
Enn er ikki greitt, hvør verður nýggjur landsstýrismaður hjá Sambandsflokkinum. Men Johan Dahl skjýtur upp, at næsti maður á listanum hjá Sambandsflokkinum í Suðuroy, Jaspur Vang, sum hevur havt sæti fyri hann í tinginum seinastu tríggjar vikurnar, verður nýggjur landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Tá flokkurin valdi Johan Dahl til landsstýrismann, fekk hann stuðul frá Edmund Joensen, Marjus Dam, Bárði Nielsen umframt sína egnu atkvøðu. Alfred Olsen, Listbeth L. Petersen og Kaj Leo Johannesen stuðlaðu honum ikki.
Heðin Mortensen, sum ikki varð afturvaldur á valinum 21. januar, gjørdi beinanvegin greitt, at hann ikki helt valið av landsstýrismonnum verða tað rætta. Hann heldur, at Suðurstreymoy við 19.000 atkvøðum, eigur at verða umboðað í landsstýrinum.
Heðin Mortensen hevur fingið skotið í skógvarnar, at hetta er fyri at hann sjálvur skal fáa sæti á tingi, um Kaj Leo Johannesen fór í landsstýrið. Hann sigur tó við Sosialin, at hann ikki á nakran hátt fer at blanda seg í telvingina hjá tingmanning Sambandsfloksins.
? Tey tóku støðuna tá, og tey eiga aftur at taka støðu nú. Eg vóni so bara, at tey taka ta røttu støðuna. Eg havi sagt mína meining, og fari ikki at siga meira. Eg hava planlagt mín gerandisdag eftir støðuni, og soleiðis verður tað, sigur Heðin Mortensen, sum avvísir, at hann skal vera upp á tal sum nýggjur landsstýrismaður í fiskivinnumálum.