Óneyðuga nógv brot strikað úr CIP-sáttmála

Løgtingsins umboðsmaður heldur at Fíggjarmálaráðið hevur strikað óneyðuga nógv brot úr CIP-sáttmálanum, áðrenn innlit var givið í hann.

Løgtingsins umboðsmaður hevur viðgjørt eina klagu frá einum tíðindamanni á Kringvarpi Føroya um handfaringina hjá Fíggjarmálaráðnum av umsókn um innlit í CIP-sáttmálan.

 

Tíðindamaðurin kærdi fyrst um, at Fíggjarmálaráðið ikki vildi lata innlit í sáttmálan millum landsstýrið og CIP, og als ikki høvdu svarað innlitsumbøn hansara.

 

Stutta tíð eftir upprunaligu kæruna fekk tíðindamaðurin innlit í sáttmálan, men sendi tá beinanvegin eina uppfylgjandi kæru til umboðsmannin um, at alt ov nógv var útstrikað úr sáttmálanum.

 

Fíggjarmálaráðið svaraði, at tað hevði valt at avmarka innlitið í sáttmálan fyri at verja fíggjarligu áhugamálunum hjá tí almenna, sambært paragraff 13, stykki 1.

 

Løgtingsins umboðsmaður bað tí Fíggjarmálaráðið greiða umboðsmanninum frá, hvussu tær upplýsingarnar, sum Fíggjarmálaráðið ikki hevur givið Kringvarpi Føroya innlit í, kunnu skaða fíggjarligu áhugamálum landsins, um innlit verður givið í tær.

 

Fíggjarmálaráðið svarar, at innlitið er skert, fyri at verja fíggjarligu áhugamálini hjá tí almenna móti skaðiligari ávirkan og fyri at verja framtíðar leiklutin hjá tí almenna sum trúverdigur samráðingarpartur. Fíggjarmálaráðið vísir á, at royndir aðrastaðni vísa, at ikki krevst nógv, fyrr enn innlit kann noktast á hesum grundarlagi.

- Fíggjarmálaráðið metir, at sáttmálin hevur samband við fíggjarligu áhugamálini hjá tí almenna, og at viðurskiftini framvegis ítøkiliga eru mett at vera týðandi fyri framtíðar samráðingarstøðuna hjá tí almenna og tess møguleikum frameftir at bera seg at sum ein javnborin og trúverdigur samráðingarpartur, skrivar Fíggjarmálaráðið.

 

Løgtingsins umboðsmaður er í fyrsta lagi komin til ta niðurstøðu, at tað ikki er nøktandi, at tíðindamaðurin ikki fekk innlit í sáttmálan, fyrr enn hann hevði klagað til umboðsmannin.

- Myndugleikarnir hava sostatt eina serliga lógarásetta skyldu at svara innlitsumbønum skjótast gjørligt, og er tað av serligum týdningi, at fjølmiðlar fáa skjalainnlit í mál so skjótt sum gjørligt, skrivar Løgtingsins umboðsmaður í niðurstøðuni.

 

Í øðrum lagi skrivar Løgtingsins umboðsmaður, at hon er ikki samd við Fíggjarmálaráðnum um, at tað ikki krevst nógv, fyrr enn innlit kann noktast, við atliti at skaða á fíggjarligu áhugamálum landsins.

 

Løgtingsins umboðsmaður skrivar, at útgangsstøðið í innlitslógini er, at rætturin til innlit fevnir um øll skjøl og upplýsingar, og at tað krevst ein lógarheimild fyri at sýta eini umsókn um innlit. Hon metir ikki, at paragraffin sum Fíggjarmálaráðið vísir til, um fíggjarligu áhugamál landsins, kann nýtast í hesum føri.

- Treytin fyri at avmarka rættin til skjalainnlit eftir § 13, stk 1, nr. 5 er tó, at myndugleikin ger sær eina ítøkiliga meting av, um sannlíkindi eru fyri einum fíggjarligum tapsvanda hjá tí almenna, skrivar Løgtingsins umboðsmaður.

 

Løgtingsins umboðsmaður sigur, at tey brotini, sum Fíggarmálaráðið hevur strikað úr sáttmálanum ikki innihalda upplýsingar, sum kunnu skaða fíggarligu áhugamálini hjá landinum.

- Eg haldi ikki, at Fíggjarmálaráðið í hesum sambandi hevur gjørt nakra ítøkiliga meting av vandanum fyri, hvussu innlit kann skaða fíggjarligu áhugamálini hjá landinum, skrivar Løgtingsins umboðsmaður í niðurstøðuni.

 

Løgtingsins umboðsmaður metir eisini, at avtalan um gerð av einum undirsjóvartunnli er so serstøk, at tað ikk kann metast sum partur av vanliga virkseminum hjá landinum.

- Eg dugi tí ikki at síggja, at framtíðar samráðingarstøðan hjá tí almenna á nakran hátt er í vanda av hesari orsøk, skrivar Løgtingsins umboðsmaður.

 

 

Løgtingsins umboðsmaður heitir tí á Fíggjarmálaráðið taka málið upp av nýggjum.