On The Run - Rosie Around The World!

Útvið fimm ár hevur walisiska Rosie Swale-Pope, 61, ferðast um allan heim. Úr Íslandi er hon komin til Føroya, ávegis til Skotlands og walisiska heimlandið. Ferðin skal gevast út í bók, sum verður hin fimta frá hennara hond.

Í dagbókini henda sama dag eg hitti hana, avdúkar Rosie, at heitið verður On the Run, skrivar Birgir Kruse á heimasíðu síni

SÍÐAN HJÁ BIRGIR<a> - Nei, hetta er ikki ein súkkla, sigur Rosie, tá eg spyrja hana um tað er hon við súkkluni á kampingplássinum, har yviri við Strond. This is a moving thing, sigur hon smílandi og setir brillurnar á ennið í hvassa sólskininum, meðan vaskitoyið dryppar á snórinum og burturkastið er koyrt í grønu skrellispannina. Hetta er frálíkt, sigur hon um kampingplássið yvir við Strond. Tá eg sigi henna, at onnur ferðafólk hava eina aðra og meiri neiliga meining um hetta pláss, smírist hon og sigur at hetta er millum bestu kampingpláss hon hevur vitjað. Reint og heitt vatn, er tað besta sigur hon. Og so er fólk so avslappaði í Føroyum. Her má verða gott at búgva. Rosie hevur inrættað seg snøgt og funktionelt í vogninum, sum hon dregur aftan á sær. Undirlagið er eitt grønlendskt reinsdjóraskinn og millum viðføri er íslendskt lýsi. Men fyrst og fremst er tað olivenolja eg brúki til alla matgerð, sigur hon. Og so havi eg eina fartelefon hjá Runners Magazine, sum eg skrivi fyri. Tað er altíð ein útreiðsla, at ringja heim frá ymsu londunum. Tú mást venda hvørjum oyra, skalt tú ikki vera ein skuldareyv, tá tú ert komin heim. So nú skal eg líka finna út av føroyska sim-kortinum. Kvik og prátingarsom er hon, og eftir stuttari løtu er Rosie aftur á veg heim í býin at geva boð frá sær til sonin James, ið røkir heimasíðuna <a href=http://www.rosiearoundtheworld.co.uk>SÍÐAN HJÁ ROSIE<a> <ahref= http://www.rosiearoundtheworld.co.uk>KLIKK HER FYRI AT KOMA Á SÍÐUNA HJÁ ROSIE<a>