Nú er ómøguligt at flyta fólk úr býnum

Her búðu einaferð umleið 100.000 fólk. Nú eru eini 10.000 eftir, sum sambært borgarstjóranum ikki kunnu flytast úr býnum, soleiðis sum støðan er.

Skalt tú sum borgari yvirliva í einum slíkum býi sum Sievjerodonetsk, er neyðugt at halda seg í bumbuskýli.

Borgarstjórin í ukrainska býnum, Sievjerodonetsk í Luhansk-regiónini í Ukraina, sigur, at tað nú er ómøguligt at flyta sivilfólk úr býnum.

 

Reuters veit at siga, at eini 10.000 sivilfólk framvegis eru í býnum, sum hevur verið fyri áhaldandi russiskum bumbuálopum í longri tíð.

 

Harðir bardagar hava verið í býnum millum ukrainskar og russiskar deildir. Her búðu einaferð umleið 100.000 fólk. Nú eru 10.000 eftir.

 

Fyri nøkrum døgum síðan varð sagt, at russar høvdu valdið á umleið 70 prosentum av býnum. Síðan høvdu ukrainar aftur framgongd.

 

Nú bendir mangt á, at russar hava tikið seg fram aftur, soleiðis at ukrainski herurin í løtuni bert hevur valdið í pørtum av býnum.

 

Útlendskir tíðindamiðlar vistu í gjár at siga, at ukrainskar deildir framvegis hava valdið á ídnaðarøkinum og onkrum pørtum um hesar leiðir.

 

Guvernørurin í Luhansk-regiónini segði í gjár, at tað er trupult hjá ukrainsku deildunum í Sievjerodonetsk, tí russar leypa á alt samdøgrið.

 

Skalt tú sum borgari yvirliva í einum slíkum býi sum Sievjerodonetsk, er neyðugt at halda seg í bumbuskýli.