Tað var stúgvandi fult av fólki á Vaglinum í dag, tá ið pedagogarnir skipaðu fyri mótmælistiltaki. Og orsøkin er sjálvandi, at nú gongur væl inn í fimtu vikuna av verkfallinum og verkbanninum og støðan er av álvara ótolandi fyri allar partar.
Teir flestu arbeiðsgevararnir eru ivaleyst takksom fyri, at ommur og abbar taka uppgávurnar hjá pedagogunum á seg í hesum døgum, so mammur og pápar sleppa til arbeiðis soleiðis nøkunlunda ótarnað, hóast verkfallið uttan iva ávirkar arbeiðspláss kring alt landið. Men hesin næstakærleikin, sum ommur og abbar vísa barnafamiljunum í hesum døgum, er ikki bara av tí góða.
- Ommur og abbar taka arbeiðið hjá teimum í verkfalli á seg. Tey mugu steðga við at vera so fitt og hjálpa, tí tá fer glið at koma á samfelagið aftur, segði Marna K. Jacobsen, forkvinna í Demokratia á mótmælistiltakinum í dag.










