Omma og abbar hava vitjað

Tasmanski abbin John Donaldson var longu leygarmorgunin og vitjaði nýggja prinsin, og seinnapartin leygardagin kom Margretha drotning á vitjan, hon tyktist sera forlipt í ommu soninum.

Heindrikur prinsur var í útlandinum, tá lítli prinsurin varð føddur og kom heim aftur leygarkvøldið. Hann slapp sostatt ikki at vitja abbasonin fyrr enn sunnudagin. Tá kom John Donaldson eisini aftur á vitjan hesuferð saman við konuni Susan Moody.