Fleiri enn 7.000 flogferðir kring heimin vóru avlýstar á jólum. Orsøkin var serliga, at starvsfólk á flogvøllum og umborð á flogførum vórðu smittað við covid-19 – serliga av omikron frábrigdinum.
Hetta skrivar Ritzau og vísir til heimasíður um altjóða flogferðslu.
Í USA vóru flogfør eisini avlýst orsaka av veðri, tí fleiri flogvøllir vóru raktir av ódnarveðri.
Flogfeløg sum eitt nú Lufthansa, Delta, United Airlines, JetBlue, Alaska Airlines avlýst nógvar flogferðir um høgtíðina. Umframt avlýsingarnar vóru túsundtals seinkingar í flogferðsluni.
Kinesisk flogfeløg stóðu fyri stórum parti av avlýsingunum. China Eastern avlýsti fleiri enn túsund fráferðir fríggjadagin og leygardagin, og Air China avlýsti hundraðtals flogferðir.