Stjórin í SMS, Niels Mortensen, er ein av limunum í føroyska Team Rynkeby, sum eitt ár skal súkkla til París. Ein avbjóðing, sum hann sigur seg vera sera fegnan um.
- Hetta er ein avbjóðing, sum eg alt fyri eitt vildi verða partur av. So skjótt eg frætti, at tey ætlaðu at gera eitt føroyskt lið, søkti eg um at sleppa við, og eg eri ómetaliga fegin um, at eg sleppi at verða partur av hesum, sigur Niels Mortensen, sum komandi árið verður partur av miðvísari fyrireiking, nú hann verður partur av føroyska súkkluliðnum.
- Eg eri als ikki vanur við at súkkla nakað serligt, so har skal nógv venjing til. Vit skulu jú súkkla einar 150-200 kilometrar um dagin í seks dagar. Men kenni eg føroyingar rætt, so møta vit upp topp-tunaðir, tá tað verður álvara, sigur Niels Mortensen.
- Og so skal endamálið við hesum átakinum avgjørt ikki gloymast. Tað at geva eina hjálpandi hond er fyrsta orsøkin til, at eg eri partur av hesum. Sjálv avbjóðingin er sjálvandi eisini ein faktorur, og tað er sosiala samveran, sum ein slík avbjóðing gevur, sjálvandi eisini, sigur SMS-stjórin.










