Omanlop nærliggjandi orsøk

- Tað, sum hevur týdning fyri okkum, er at fáa so nógvar ábendingar sum gjørligt, so vit kunnu gera okkum eina heildarmynd av tí, sum fór fram. Tað er ikki vist, at allar frágreiðingarnar samsvara við hvørja aðra, men tær eru týdningarmiklar kortini, sigur Lis Mortensen, jarðfrøðingur

Fyribrigdi

 

Enn hevur Jarðfrøðisavnið ikki havt møguleikar at verið í Norðoyggjum og tosað við fólk, ið eygleiddu tað, sum hendi seinnapartin mikudagin, tá tað fjaraði og fløddi so nógv, sum eingin áður veit um at siga.

Lis Mortensen, jarðfrøðingur, sigur, at tá slíkar hendingar fara fram, er omanlop á landi tað fyrsta, ið hugsað verður um, men enn er einki frætt um omanlop.

- Fólk, sum búgva í økinum, eru sera staðkend, og tey eru ógvuliga góðir eygleiðarar, tá broytingar fara fram í umhvørvinum.

Jarðfrøðingurin sigur, at hóast landið er lutfalsliga lítið, kann enn ikki útilokast, at omanlop hevur verið á landi.

- Tað kann taka sína tíð, áðrenn fólk hava sæð alt landið kring um á leiðini, har omanlop kann hava verið.

Hon sigur, at sárið frá einum møguligum omanlopi sæst leingi, og soleiðis fara vit eisini við tíðini at kunna staðfesta, um hetta var orsøkin til órógvið í sjónum, sum mikudagin varð staðfest sunnanfyri byrgingina í Hvannasundi og partvís aðrastaðni í Norðoyggjum.

- Sum vit hava skilt, var talan ikki um eina veruliga aldu, men heldur um flóð og fjøru, har rættiliga stórur munur var á lægstu fjøru og hægstu flóð.

Lis sigur, at sambært teimum upplýsingum, hon hevur fingið og tí, sum frammi hevur verið í fjølmiðlunum, er líkt til, at órógvið sunnanfyri byrgingina í Hvannasundi byrjaði við, at sjógvurin fjaraði – og síðan fløddi og fjaraði nakrar ferðir.

Vit spurdu, um eitt møguligt omanlop kann føra til, at sjógvurin fyrst fjarar í sundinum, og síðan fløðir aftur.

- Jú, tað ber saktans til. Stingur tú hondina knappliga niður í vatn í einum passaligum kari, kemur líka sum eitt “hol” í vatnið, sum dregur til sín. Hevur tú hondina undir vatninum og flytir hana knappliga uppeftir, sæst hinvegin ein “toppur” oman á vatnskorpuni.

Lis sigur, at tey fara at tosa við fólk í Hvannasundi og aðrastaðni, sum vita eitt hvørt at siga um hendingar hendan dagin.

- Ein “mekanisk” rørsla byrjar við onkrum, og tað kann vera áhugavert at fáa at vita, hvussu fólk upplivdu fyribrigdið hendan dagin – eitt nú, um broytingar í sjónum byrjaðu við, at sjógvurin fjaraði ella fløddi.

Hon sigur, at man veit nøkulunda, hvussu sjógvur uppførir seg og tann fyrsti “ringurin”, sum stendst av hendingini, kann avspegla byrjanina og kann kanska geva eina ábending um, hvat tað var, sum hendi.

- Tað, sum hevur týdning fyri okkum, er at fáa so nógvar ábendingar sum gjørligt, so vit kunnu gera okkum eina heildarmynd av tí, sum fór fram. Tað er ikki vist, at allar frágreiðingarnar samsvara við hvørja aðra, men tær eru týdningarmiklar kortini, sigur Lis Mortensen, jarðfrøðingur.