Omanlop
Leygardagin var eitt stórt omanlop vesturi á Drátti í Hvalba.
Omanlop eru ikki so óvanlig. Men tað, sum ger hetta omanlopið óvanligt, er, at tann eini steinurin, sum er lopin oman, er so stórur, at tað nú man vera størsti steinur í Føroyum. Ein partur av honum liggur omaná og nakað liggur niðri í urðini.
Ilt er sjálvandi at meta um vekt, men øll eru samd um, at hann vigar fleiri túsund tons.
Hetta er samstundis størsta omanlop á Drátti í Hvalba í nýggjari tíð.
Eitt minni lop var í fjør og tá kom ein riva í bergið, líka úr sjónum upp í vøllin. Síðani eru steinar alla tíðina dotnir niður úr, so at tað bleiv loft í berginum.
Hesar seinastu dagarnar er hendan rivan bara blivin størri og størri, so tað hevur altíð verið væntandi, at tað fór at loypa.
Serligaseinasta døgnið, áðrenn tað leyp, hava hvalbingar sæð, hvussu rivan er blivin størri og størri. Hvalbingar, sum vóru vesturi á Drátti leygarmorgunin siga, at tað var merkiligt at síggja, hvussu rivan opnaði seg, og bergið skrædnaði spakuliga, men so týðiliga, frá, at munur sást á. Og stutt eftir døgverða leyp.
Lopið er stórt, tað man vera einar 100 metrar breitt og tað hevur tikið einar seks metrar inn í vøllin.










