Eftir at DBU í eina tíð hevur leitað eftir nýggjum venjara at taka við eftir Morten Olsen gjørdist í gjár greitt, at samstarvið kortini heldur fram í tvey ár aftrat.
Øll tykjast fegin um hesa avgerðina.
Morten Olsen sjálvur sigur, at tað vóru leikararnir ið gjørdu, at hann tók avgerð um at halda fram til eftir HM í 2014.
- Teir prikaðu meg á bakið og søgdu við meg, at teir fegnir sóu meg halda fram í venjarastarvinum, sigur Morten Olsen við DR.










