Olmert fekk krakk

Ísraelski forsætisráðharrin, Ehud Olmert, fekk sum vátan vøtt frammaná, tá hann í gjár beyð libanska starvsbróðuri sínum til borðs at samráðast um eina friðaravtalu millum londini. Fuad Saniora svaraði stutt, at tað kemur ikki upp á tal. Tvørturímóti skal hann hava sagt, at Libanon verður tað seinasta arabiska landið, sum ger friðaravtalu við Ísrael. Í summar bumbaði Ísrael Libanon í sor, men Olmert sigur, at nú er tíð at tosa um frið.