Oljuprísurin togar í 40 dollarar

Í USA hevur oljuprísurin ikki verið so høgur síðani Flógvakríggið í 1991, og altjóða orkustovnurin ávarar um álvarsamar avleiðingar, fellur prísurin ikki

Tað er tann ótrygga støðan í økinum við Persaflógvan og smáar amerikanskar goymslur, sum hava skrúvað oljuprísin upp ígjøgnum. Álopið á oljuútbúnaðin í einari oljuhavn í Saudiarabia seinasta vikuskiftið hevur elvt tilstúran fyri, at fleiri tílík álop kunnu koma, og tað hevur fingið fleiri at ivast í, hvussu trygg oljuveitingin úr økinum við Persaflógvan er.
Í gjár kom prísurin upp í 39,57 dollarar á amerikanska marknaðinum. og í London fór Brent-oljan fyri 36,80 dollarar fyri tunnuna. Tað merkir, at hesa vikuna er oljuprísurin hækkaður seks prosent.
Tá amerikanarar gjørdu seg til at leypa á Irak í fjør, kom oljuprísurin upp í 39,99 dollarar, áðrenn hann fall aftur, men nú verður roknað við, at hann fer upp um 40 dollarar. Japanski serfrøðingurin Tetsu Emori segði við Reuters í gjár, at hann væntar, at prísurin fer upp um 43 dollarar fyri tunnuna í summar.
Altjóða orkustovnurin IAEA ávaraði mikudagin um, at tann høgi oljuprísurin kann fáa álvarssamar avleiðingar fyri tey londini, sum noyðast at innflyta olju, men at príshækkingin eisini kann ávirka heims-búskapin sum heild.
Tann høgi prísurin kemur oljufeløgunum væl við. Norska Statoil kundi mikudagin vísa á sítt besta ársfjórðingsúrslit nakrantíð, og sama dag hækkaðu partabrøvini í A.P. Møller munandi á partabrævamarknaðinum í Keypmannahavn.