Oljuprísurin togar í 120 dollarar

Veiki dollarin, álop á oljuleiðingar í Nigeria og arbeiðssteðgur á einum palli í Norðsjónum trýsta oljuprísin uppeftir Oljuprísurin setti aftur met í gjár, tá hann kom upp í 119,9 dollarar á amerikanska marknaðinum. Hann fall tó eitt lítið vet seinni og endaði á 119,4 dollarum fyri tunnuna.

George W. Bush, forseti, segði í gjár, at tann dýra oljan eigur at fáa USA at leita eftir nýggjum keldum.

Hann nevndi Alaska, har umhvørvisverndarfelagsskapir hava mótmælt øllum ætlanum um fleiri oljuleiðir.