Oljuprísurin hækkaður aftur

Tað tykist, sum fíggjarmarknaðirnir ikki rættiliga hava givið sær far um, at oljuprísurin hækkar støðugt.

BÚSKAPUR
 
Í seinastu útgávuni av tíðarritinum hjá Kaupthing, Útlit og Rák, verður m.a. gjørt vart við, at oljuprísurin er hækkaður heili 11 % síðan undanfarnu útgávu.
Tað tykist, sum fíggjarmarknaðirnir ikki rættiliga hava varnast hækkingina enn, og minnir hetta um støðuna seinasta summar, tá oljuprísurin hækkaði heili 30 %, uttan at marknaðirnir lótu við seg koma.
Tá marknaðirnir raknaðu við, fekk oljuprísurin stóran týdning fyri bæði láns- og partabrøv. Tá varð dentur lagdur á, at høgi oljuprísurin kundi fáa búskaparvøksturin at lækka, og fekk tí eisini renturnar at lækka.
Dentur hevur í seinastuni verið lagdur á prísvøkstur, so um oljuprísurin heldur sær her á leið, er mest sannlíkt, at ótti fyri prísvøkstri fer at fáa renturnar at hækka eitt sindur aftur.
kaupthing metir, at oljuprísurin ta komandi tíðina fer at sveiggja millum 57 og 65 dollarar fyri tunnuna.