Fleiri miðlar væntaðu annars, at Saudi Arabia fór at gera eitt átak fyri at fáa prísin upp. Væntað var, at framleiðslan av olju bleiv minkað. Orsøkin til lága oljuprísin er eitt yvirskot í útboði í mun til eftirspurning.
Nú hevur Khalid Al-Falih, ráðharri í orkumálum í Saudi Arabia, avsannað, at teir fara at gera nakað við framleiðsluna.
- Vit trúgva ikki at tað er neyðugt hjá okkum at gera nakað inntriv í marknaðin. Vit bíða eftir at marknaðarkreftirnar fara at rætta uppá ójavnan, sigur orkumálaráðharrin, ið leggur afturat, at marknaðurin flytur seg rætta veg.
Avgerðin hjá Iran at økja um sína framleiðslu fyri at vinna sín marknaðarpart aftur, hevur eisini havt við sær, at ein mettaður marknaður nú fær uppaftur størri nøgdir á goymslu. Tað hendir í kjalarvørrinum av, at lond eru farin at handla við Iran aftur eftir fleiri ár við handilsbanni.
Greinarar siga við Reuters, at tað er ein stórt yvirskot í oljuframleiðslu í løtuni og tað minkar ov spakuliga. Teir siga, at yvirskotið á marknaðinum minkar ov seint til at prísurin fer at koma uppum $50 pr. tunnu í nærmastu framtíð.
Eftir at Saudi Arabia avsannaði, at teir fór at gera eitt átak fyri at minka um framleiðu, fall prísurin pr. tunnu niður á $47.23.