Oljuprísirnir hava verið alt ov høgir

- Tá vit bunkra skipini, kanna vit altíð oljuprísirnar, og vit hava sæð, at prísmunur hevur verið upp ímóti eini krónu fyri liturin, sigur Mikkjal Hammer, reiðari í Hvalba

Fiskivinna

 

Í seinastuni hevur nógv kjak verið um olju-og bensinprísirnar í Føroyum í mun til í londunum, vit plaga at samanbera okkum við.

Stjórar á oljufeløgunum, sum virka her á landi, hava víst aftur, at talan er um óneyðugar prísmunir í mun til teir møguleikar, sum feløgini hava við eitt nú innkeypi og goymslu.

Nógvar atfinningar hava verið um prísleguna á olju og bensini í Føroyum, men tá til stykkis kemur, tykist, sum grundgevingarnar hjá oljufeløgunum virka trúverdugar.

 

Oljan ov dýr

Mikkjal Hammer, reiðari í Hvalba, heldur kortini, at teir hava skeypt oljuna ov dýra – í hvussu er ein stóran part av farna ári.

- Jú, eg haldi, at oljan hevur verið ov dýr í Føroyum í mun til í londunum, vit samanbera okkum við.

Hann sigur, at bunkringaroljan hevur verið væl dýrari hjá teimum at keypa í Føroym – heilt upp ímóti einari krónu fyri liturin, og tað heldur hann er alt ov nógv.

- Hvørja ferð, vit bunkra skipini, spyrja vit um prísirnar, bæði her heima og eitt nú í Skotlandi, har skipini onkuntíð eru og landa, sigur Mikkjal.

 

Ikki kappingarfør

Reiðarin sigur, at ikki síðan í fjør vár hevur príslegan á bunkringarolju her heima verið eitt vet bíligari enn í útlandinum.

- Vit halda ikki, at oljufeløgini í Føroyum hava verið serliga kappingarfør við levering av olju í farna ári, og hetta hevur tyngt munandi um raksturin av okkara fiskifllota, sigur Mikkjal Hammer.