Oljupengar til komandi ættarlið

Hvat skal eitt land brúka oljupengarnar til, og nær skulu teir brúkast, um teir skulu brúkast?

Hetta eru spurningar sum hava verið viðgjørdir í norska valdystinum, og lættast er at kalla støðuna fyri, at tað er ein breið ósemja um framtíðina hjá Oljugrunninum.

Noreg hevur í dag eitt risayvirskot á sínum gjaldsjavnað, og hetta eru pengar frá oljuvinnuni id dagliga økja um norska ríkidømi. Í dag eru umleid 50 milliardir norskar krónir í oljugrunninum. Fíggjarfrøðingar og hagfrøðingar eru komnir fram til at heldur oljuprísurin sær nøkulunda á dagsins støðið vil grunnurin 1. januar 1998 vera uppá 106 milliardir. Í 1999 er grunnurin øktur til 225 milliardir og í 2001 til 425 milliardir. Norska fíggjarlógin er í dag uppá góðar 400 milliardir. Serfrøðingar hava eisini roknað út at í ár 2020 kunnu millum 2. og 3.000 milliardir norskar krónur standa í hesum grunninum. Hetta svarar til at allir íbúgvar í Noregi kunnu fáa næstan eina millión í part úr grunninum.


Flokkarnir ósamdir

Teir flestu flokarnir ið stillað upp til Stórtingsvalið ynskja at brúka meir ella minni ein part av Oljugrunninum til síni góðu uppskot. Kristiligi Fólkaflokkurin vil brúka 5,3 milliardir til at byggja út veganetið. Reyða Valsamstarvi (RV - fleiri flokkar á vinstravongi sum samstarva), vil brúka pengarnar til heilsu, umsorg, útbúgving og hjálp til frælsisbólkar í menningarlondum. Sosialistiski Vinstraflokkurin (SV) vil brúka seks milliardir til at gera íløgur í skúlaverkið. Miðflokkurin vil brúka ein part av pengunum til at byggja Noreg, sum tey kalla tað. Kristiligi Fólkaflokkurin og Miðflokkurin vilja eisini seta ferðina á oljupumpingini niður. Teir siga at tað er betri at oljan liggur á havsins botni, enn at yvirskotið í landskassanum gerst so stórt sum í dag.

Arbeiðaraflokkurin vil fyrst og fremst seta pengarnar á bók, og syrgja fyri at teir økja í virðið. Á hinum vonginum finna vit Carl I. Hagen, sum sambært Thorbjørn Jagland, trýr at oljugrunnurin er ein risabingja við pengum ið bara kann oysast burturúr.

Men hyggja vit niður í hesa bingjuna, so eru í dag ikki meir pengar har, enn tað sum svarar til umleið 8 mánaðar pensjonsútgjalding.

Fíggjarmálaráðharrin Jens Stoltenberg hevur líka síðani hann gjørdist rádharri lagt dent á at Noreg eigur at ansa eftir.

? Vit mugu ikki endurtaka mistøkini frá 80-unum. Tað er nógv betri at vit hava ein javnan vøkstur í búskapinum, enn ein bløðru-búskap sum at enda brestir, hevur Jens Stoltenberg framhevja í valdystinum.


Hvat er Oljugrunnurin

Norðmenn hava líka síðani oljuvinnan tók seg upp í landinum tosað um at pengar eiga at vera settir til síðis í ein Oljugrunn. Hetta hevur bara verið prát. Grunnurin varð stovnaður, men eingir pengar komu inn í grunnin.

Ikki fyrrenn hesi seinastu tvey árini eru pengar komnir inn á hesa konto.

Tá stjórnin kom við sínum tølum fyri Oljugrunnin í juni, tá fíggjarlógin varð endurskoðað, metti hon at tá 1997 var farið afturum vildi oljuinntøkurnar ljóðað uppá 79 milliardir krónir. Hetta talið er ov lágt sett. Tá stjórnin kemur við nyggjum tølum í oktober rokna serfrøðingar við at talið vil liggja um 100 milliardir krónir. Av hesum eru 21 milliardir settar av til ymsar útreiðslur á fíggjarlógini. Restin, umleið 80 milliardir krónir, skulu setast í oljugrunnin.

Teir flestu flokkarnir sum vilja brúka meir av oljupengunum ynskja at brúka ein part av teimum meirinntøkunum sum eru komnar í 1997, og ikki nerta tað upphæddina sum Stórtingið samdist um tá fíggjarlógin fyri 1997 varð samtykt í desembur 1996.

Oljugrunnurin verður umsitin av Norges bank. Fíggjarmálaráði kemur við reglugerðini fyri hvussu grunnurin skal umsitast.

Fyribils eru pengarnir í oljugrunninum settir í virðisbrøv í útlandinum við lágum ábyrgdarvanda. Í 1998 skal ein partur av oljugrunninum brúkast til at gera íløgur í útlendsk partabrøv fyri at kunna fáa meir burturúr pengunum. Stjórnin ynskir at brúka millum 30 og 50 prosent av oljugrunninum til útlendsk partabrøv, men hetta er tað stór ósemja um í tí politiska umhvørvinum í Noregi.


Tjóðarvirðið

Men er tað skeivt at brúka pengarnar nú. Blaðstjórin á Dine Penger, Christian Vennerød, segði við Aftenposten i august.

? Vit brúka longu í dag meir enn vit hava í inntøku. Oljan er okkara tjóðarvirði, og hon hevur ligið har í milliónir av árum, og tað er ikki rætt av okkum at oyðsla burtur hetta virði uppá okkum sjálvi, uttan at hugsa um komandi ættarlið.

Hann stuðlar Jens Stoltenberg tá hesin vil royna at styra nytsluni soleiðis at vøksturin gerst javnur, og á tann hátt syrgja fyri at meir er eftir til komandi ættarlið.

? Hetta er meir ein spurningur um moral enn um búskap, sigur Christian Vennerød.

Per Olaf Lundteigen, úr Miðflokkinum, vil gjarna brúka eitt sindur meir til at gera í stand tað sum manglar ella trongir til viðlíkahald í Noregi, millum annað skúlar og vegir. Hann er tó ímóti at seta oljupengar í útlendsk partabrøv.

? Thorbjørn Jagland og hansara stjórn vil ikki seta strang krøv til hvørji partabrøv vit skulu keypa. Hetta merkir at vit kunnu enda í eini dupulmoralskari støðu. Hugsa tær at norski staturin situr sum eigari í einum felagið í Nigeria ella á Indonesia. Hetta er ørt í høvdinum, og einans pengagirnd. Vit eiga at knyta mannarættindi at slíkum íløgum.


Eitt korthús

Oljugrunnurin og framtíðarútlini eru sum eitt kort hús. Ein lítil broyting í oljuprísinum kann fáa alt roknistykki hjá Jens Stoltenberg til at rapla. Kravið fyri at hetta skal kunna gerast ein Zarepta krukka, er at alt gongur sum ein vónar.

? Um vit hava lagnuna við okkum, so kunnu vit einaferð í framtíðini fáa ein árligan ávøkstur í grunnin sum svarar til dagsins oljuinntøkur. Hetta kann gerast ein kelda sum kann tryggja Noregi inntøkur fyri alla framtíð, sigur skrivarin í Fíggjarmálaráðnum Tom Therkildsen.

? Broyting í oljuprísunum er alt sum skal til fyri at oyðileggja roknistykki og alt sum vit hava roynt at tilrættaleggja er uttan virði.

Tá Stórtingið í vár gav stjórnini loyvið til at seta ein part av oljugrunninum í útlendsk partabrøv, var hetta eisini eitt grønt ljós til at fara inn á teir «seriøsu» parta- og virðisbrævamarknaðirnar. Norsku oljupengarnir skulu spjaðast yvir á so nógv feløg, at norski staturin ikki gerst ov stórur eigari nakrastaðni. Hetta er mótsatt av tí Kuwait ger, teir gera stórar íløgur í nakrar fáar fyritøkur.

Men støddin á norska oljugrunninum gerst tó ófatulig. Financial Times skrivaði í farnu viku, at norski oljugrunnurin gerst heimsins størsti av sínum slag, og kann sammetast við oljugrunnarnar hjá Kuwait og Saudi-Arabia.