Oljulondini uttan fyri OPEC fáa størri týdning

Tað verður ikki OPEC, sum fer at nøkta tann veksandi eftirspurningin á oljumarknaðinum, men heldur onnur oljulond. Tað heldur norski oljumálaráðharrin

Altjóða orkustovnurin IEA hevur júst almannakunn-gjørt eina framtíðarmeting av oljumarknaðinum. Har kemur stovnurin til ta niðurstøðu, at í 2030 fara 42 prosent av oljuni á altjóða marknaðinum at stava frá londunum í Miðeystri. Í dag koma 28 prosent haðani.
Men hesum er norski oljumálaráðharrin, Einars Steenanæs, als ikki samdur í. Hann sigur tvørturímóti, at veksandi framleiðsla í londum uttan fyri OPEC fer at seta OPEC-londini í eina verri støðu, enn tey nakrantíð hava verið í seinastu nógvu árini. Einar Steenanæs sigur, at søgan hevur prógvað, at tað eru ikki OPEC-londini, sum nøkta eftirspurningin, tá hesin veksur, men harafturímóti lond, sum eru uttan fyri felagsskapin.
Norski oljumálaráðharrin heldur tí onga orsøk vera til at stúra fyri, at ídnaðarlondini verða ov bundin at OPEC-londunum, og hann heldur lítið um framtíðarmetingina hjá IEA.
- Søgan hevur víst okkum, at IEA hevur mistikið seg fyrr, og tað er skeivt at halda, OPEC fer at fáa so got tak á heimsmarknaðinum, sum stovnurin sigur. OPEC-londini framleiða ikki meiri olju í dag enn í sjeytiárunum. Tann størsti vøksturin er í londum uttan fyri felagsskapin, sigur Einar Steenanæs.