Oljulobbyistur fær fría mikrofon frá Kringvarpinum

Meðan bøndurnir í Spania ikki kunnu sáa landbúnaðarjørðina orsaka av nógva ótolandi hitanum og turkinum, sum hevur valdað í Spania í ár, sleppur føroyski oljulobbyisturin til fría mikrofon at fortelja Føroya fólki, at vit hava tørv á enn meira oyðileggjandi kolvetni.

 

Milliónir av fólki lata lív av veðurlagskreppuni. Tað veit Jan Müller væl av. Tað veit Kringvarpið av. Báðir partar vita eisini, at vit kunnu ikki hava nakra nýggja olju, kol ella gassframleiðslu fyri at varðveita eitt trygt veðurlag. Tað hava altjóða orkuráðið, IPCC og sjálvur ST-aðalskrivarin boðað frá ferð aftaná ferð.

 

Vit skulu lata oljuna liggja og leggja skjótt og væl um til varandi orku. Tað ber til, og tað er tað, sum vit hava tørv á – eina virðiliga og trygga framtíð. Vit hava tørv á, at okkara almenni miðil miðlar veðurlagskreppuna á einum álvarsomum støði.

 

 

 

Veðurlagslóg Lóg!