Amerikanska sjóverjan ber ótta fyri, at umleið 50.000 tunnur av olju renna út í Meksikanska Flógvan um samdøgrið. Eitt blað í statinum Alabama endurgevur eina loyniliga frágreiðing, sum sigur, at talan er ikki bara um ein leka, men tríggjar.
Blaðið endurgevur eisini frágreiðingina fyri at siga, at vandi er fyri, at lekin kanska verður tíggju ferðir størri enn higartil hildið. Sum er renna umleið 5.000 tunnur av olju úr í havið um samdøgtið, men sam,bært teirri loyniligu frágreiðingini kann nøgdin blíva 50.000 tunnur um samdøgrið.
Ein talsmaður fyri myndugleikarnar váttar fyri blaðnum, at frágreiðingin er til, men hann vil ikki gera viðmerkingar til innihaldið.
-Eg haldi, at hatta skjalið tosar fyri seg, sigur talsmaðurin, Scott Smullen, við Alabama-blaðið.










