Oljulekin í miðbýnum í Havn hóttir nú ólavsøkuna hjá nógvum. Mong munnu tey vera, ið hava bílagt vøru frá Hondarbeiðsbúðini í Tróndargøtu, men orsaka av oljulekanum hevur Gisleyg Dahl Bonde verið noydd at stongt handilin fyribils.
Orsøkin er, at ymiskar kanningar og umvælingar skulu gerast í kjallaranum. Allarhelst verður neyðugt at taka taka gólvið upp eisini. Meðan arbeiðið stendur á, verður eingin handil í hølunum.
Gisleyg Dahl Bonde váttar, at hetta kemur illa við hjá nógvum.
- Tað kanst tú ætlan, nú skúlarnir verða lidnir og ólavsøkan stendur fyri durum. Hetta er rættiliga óheldigt, sigur hon. Hon hevur nógv toy, vestar og silki liggjandi, sum fólk hava bílagt.
- Eg komi tíverri at svíkja nógv fólk, men eg kann ikki flýggja nakað út, sum støðan er nú. Eg veit ikki enn, hvussu vøran er, hon hevur jú staðið í oljudampi í 14 dagar nú. Vandi er tí fyri, at hon hevur tikið skaða av tí. Eg vil so ikki útleverað hana til fólk, uttan at eg veit, at hon er í ordan, sigur Gisleyg Dahl Bonde.
Enn veit hon einki um, nær handilin letur upp aftur.