Oljuinntøkur minkaðar nógv

Danski landskassin hevur mist fleiri milliardir um árið í inntøkum frá oljuni seinastu árini

Síðan 2008 eru inntøkurnar hjá danska landskassanum frá olju og gassi í Norðsjónum, minkaðar við 34 milliardum krónum. Tað skrivar Ritzau tíðindastovan.

 

Inntøkur danska landskassans vórðu 36 milliardir krónur í 2008, afturímóti tveimum milliardum í fjør.

 

Orsøkinar eru fyrst tog fremst, at tað verður minnið útvunnið í Norðsjónum í løtuni og at oljuprísurin er í botni.

 

Fíggjarmálaráðharrin, Kristian Jensen, sigur við DR, at tað er sjálvandi ikki gott, at inntøkurnar hjá landinum minka nógv, men hinvegin, so vinna bæði vinnulív og privat húsarhald av einum lágum oljuprísi, so tað er ikki einans ringt.

 

Tað verður mett, at inntøkurnar úr Norðsjónum vaksa aftur uppá einar fýra til fimm milliardir í ár og næsta ár.