Nýggj uppgerð hjá Hagstovu Føroya vísir, at Føroyar sluppu munandi bíligari í innflutningi av brennievni fyrstu fimm mánðirnar í ár samanborið við somu tíð í fjør.
Frá januar til mai í ár innfluttu Føroyar brennievni fyri 387 milliónir krónur – hetta vóru heili 129 milliónir minni enn innflutningurin somu tíð í fjør.
Minkingin er nett 25 prosent og kemst fyrst og fremst av lægri oljuprísi.










