Oljufelag
Føroyingar hava nú fingið eitt nýtt oljufelag, sum er stovnað undir navninum, "Felagið 14.2.2006". Enn er felagið ikki skrásett, men tað verður gjørt í nærmastu framtíð, tá ið partapeningurin er goldin.
Stjóri í nýggja felagnum er Janus Rasmussen, sum frammanundan er stjóri í P/F Bergfrost í Fuglafirði. Nevndarformaður er Dávid Jacobsen, ið umboðar P/F Vinnu í Gøtu. P/F Vinna er "hatturin" yvir feløgunum, ið eiga teir tríggjar nótabátarnar, Trónd í Gøtu, Finn Fríða og Jupiter.
Havsbrún í Fuglafirði er eisini við í ætlanini.
Veita tungolju
Sosialurin hevur tosað við Janus Rasmussen, stjóra í nýggja oljufelagnum.
Hann er fáorðaður, men vil tó siga nakað um ætlaninar, sum felagið hevur.
Janus sigur, at verkætlanin byggir á at skapa grundarlag fyri at veita tungolju í Føroyum til skip, virkir og komandi viðskiftafólk annars.
- Hetta er ein ætlan, sum vit hava arbeitt við heilt síðan í desember 2002, men seinasta árið hevur verkætlanin tikið meira dik á seg.
Janus vísir á, at tungolja er eitt nokso vítt "begreb", sum hann tekur til.
- Tungolja finst í fleiri ymiskum blandingum, og vit miðja eftir at kunna veita alla ta olju, sum viðskiftafólk bæði verandi og komandi - hava brúk fyri.
Hann sigur, at tá ið oljan verður blandað til ymisku sløgini, sum vinnan brúkar, er neyðugt, at hava neyðugu instalatiónirnar á staðnum.
Janus væntar, at verkætlanin í Fuglafirði kemur at kosta einar 25 miljónir krónur.
- Hetta er tað, sum vit í útgangsstøðinum rokna við, leggur hann aftrat.
Spurdur, nær hann væntar, at møguligt verður at selja tungolju í Føroyum, sigur Janus, at tað neyvan er hugsandi, at verkætlanin verður liðug í hesum árinum.
- Fuglafjarðar kommuna hevur útvegað okkum grundøki, og vit hava fingið prinsipielt byggiloyvi.
Hann sigur, at felagið hugsar sær, at goymslan og útbúnaðurin annars stendur uppi og klár at taka í nýtslu skjótast gjørligt.
- Men tað er órealistiskt at hugsa sær, at verkætlanin stendur liðug longu í hesum árinum, sigur stjórin.
Tørvurin veksandi
Janus Rasmussen sigur, at tørvurin á einum veitara av tungolju í Føroyum er veksandi og væntandi eisini kemur at veksa sum frá líður.
Hann sigur, at SEV og Havsbrún brúka tungolju, sum kemur blandað til landið. Aftrat hesum brúka ferðamannaskipini, Smyril og Norrøna umframt nøkur av størru fiskiskipunum, eisini tungolju.
- Jú, tað er einki at ivast í, at eftirspurningurin eftir tungolju í Føroyum er veksandi, sigur stjórin.
Spurdur, um nýggja oljufelagið í framtíðini væntar at gerast einasti útbjóðari av tungolju í Føroyum, sigur Janus:
- Nei, tað mást tú spyrja aðrar møguligar útbjóðarar um, men fyri tann, sum kemur fyrst í gongd, er tað sjálvsagt best fíggjarliga, at vit ikki fáa fleiri útbjóðarar, sigur hann.
Stjórin vísir á, at gongst sum ætlað, kemur "Felagið 14.2.2006" at hava fyrstu støðina í Føroyum, sum útvegar og selir tungolju til skip og virkir.