Tær 150 tilkomnu kvinnurnar tóku ein bát, stimaðu út til oljuhavnina og settu seg á flogvøllin og tyrlupallin.
Soleiðis sótu tær í níggju dagar og forðaðu oljuframleiðsluni, sum annars er um 450.000 tunnur um dagin. Kravið hjá kvinnunum var, at oljufelagið skuldi geva monnum teirra arbeiði, og at tær stóru oljuinntøkurnar skuldu koma tí lokala samfelagnum til góðar.
Chevron Taxaco, sum eigur oljuhavnina, tingaðist við kvinnurnar, og týsdagin kunngjørdi felagið, at tað hevði gjørt semju við kvinnurnar. Eftir semjuni skal Chevron Taxaco virka við til at útvega fólkinum har á leiðini vatn og elektrisitet, samstundis sum fleiri menn haðani skulu fáa arbeiði hjá felagnum.
Meginparturin av fólk-inum í Nigera hava minni enn tíggju krónur at liva fyri um dagin, sjálvt um landið er sætta størsta oljuútflytaralandið í heiminum.