Oljufeløgini, sum virka í føroyskum øki, hava gjørt sær sínar metingar av føroysku tilbúgvingini, og tey hava álit á henni.
Tað sigur Ben Arabo, sum er stjóri oljufelagið Amerada Hess í Føroyum og sum eisini er formaður fyri áhugafelagið Føroya Oljuídnaðarbólkur (FOIB).
? Sæð úti frá er tað eingin orsøk til, at vit ikki skulu hava álit á einari føroyskari tilbúgving. Tá ið oljufeløg fara í eitt nýtt øki at arbeiða, gera tey sær sína meting av tilbúgvingini, og í okkara parti av heiminum hava oljufeløgini álit á tí almennu tilbúgvingini ? eisini tí føroysku, sigur Ben Arabo.
Hava eisini egna tilbúgving
Spurnartekin vóru annars sett við føroysku tilbúgvingina í farnu viku, tá ið tað kom fram, at sjóbjargingartyrlan bíðaði í Vágum í meira enn tveir tímar, hóast farmaskipið Jøkulfell var í havsneyð norðanfyri Føroyar.
Nú skal ein óheft kanning gerast av tilburðinum, og leiðarin fyri Sjóbjargingarstøðina er fyribils farin úr starvinum.
? Eg kann einki siga um handan ítøkiliga tilburðin, tí eg kenni ikki málið nóg væl, men eg kann siga generelt, at oljufeløgini, sum arbeiða í føroyskum øki, hava álit á føroysku tilbúgvingini og Sjóbjargingarstøðini, sigur Ben Arabo.
? Í øðrum pørtum av heiminum hava oljufeløgini sína egnu tilbúgving, men í Europa er tað ikki neyðugt, tí her eru væl virkandi almennar skipanir, sum oljufeløgini síðani fáa sína egnu tilbúgving at passa til. Soleiðis er eisini í Føroyum.
Eftirmeting er neyðug
Stjórin fyri Amerada Hess í Føroyum vil einki siga um, hvørt tað er rætt at gera eina óhefta kanning av føroysku tilbúgvingini, men hann heldur, at eftirmeting er alneyðug.
? Tað er einki galið við útgerðini hjá føroyingunum, og skipanin tykist eisini vanliga rigga væl, men eingin skipan er fullkomin, og tí er tað neyðugt við støðugari eftirmeting, sigur Ben Arabo.