Oljuleiting
Jan Müller
Atlantsmótið og harvið eisini Føroyaøkið hevur fingið rættiligan vind í segluni, síðani eitt stórt oljufund varð gjørt við markið í fjør. Altjóða oljufeløg vísa støðugt størri áhuga fyri økinum, og hóast tað er sera dýrt at leiga boripallar, so bendir einki á, at feløgini halda seg aftur at bora her um okkara leiðir. Sambart upplýsingum, sum VINNUSÍÐURNAR hjá Sosialinum hava fingið uppspurt, so er møguleiki fyri, at tað verða boraðir einir 10 leitibrunnar í 2006 og 2007. Av teimum ein lítil helvt á føroyska landgrunninum.
Fýra brunnar eru eftir at bora frá 1. Útbjóðing og skulu teir borast í seinasta lagi 2006. Tað ljóðar, at samráðingar um at flyta hesar brunnarnar inn á onnur øki enn teir vóru ætlaðir frá fyrstan tíð, eru komnar rættiliga langt, so ein loysn fæst í summar ella í heyst. Tað skilst, at BP, sum hevur pliktað seg til at bora tveir brunnar, er í samráðingum við Anadarko um at bora ein brunn á basaltinum í 9 ára loyvinum hjá hesum felagnum. Av tí at ein brunnur á basaltinum verður so nógv dýrari, verður mett skilagott at leggja tveir brunnar saman til ein basaltbrunn. Sama tykist henda við brunnunum hjá Amerada Hess og Statoil. Eftir øllum at døma verða hesir brunnar fluttir til. 9 ára loyvið hjá Statoil og verða lagdir saman til ein sonevndan basaltbrunn. Tvs. at vit í komandi ári fáa tveir brunnar boraðar á øki við nógvum basalti. Hetta kann geva oljuvinnu og myndugleikum týðandi upplýsingar um jarðfrøðina undir basaltinum og vónandi eisini enda við veruligum oljufundum.
Aftrat hesum brunnum verður so tosað um at bora brunnar heilt úti við markið. Her er tað Chevron, sum sagt frá, at tað kann koma uppá tal at bora í 2006 ella 07 í einum øki, sum liggur beint upp at Rosebankfundinum, sum felagið gjørdi í bretskum øki í fjør.
Tað skilst so eisini, at arbeitt verður við at finna boripall at bora einar tríggjar avmarkingarbrunnar rundanum um Rosebankfundið. Og nú frætta vit so,at Chevron og Mærsk umhugsa at bora ein leitibrunn longur norðari við markið. Aftrat hesum kann nevnast, at Amerada Hess situr á Cambofundinum, eisini á bretskum øki nær við markið. Lítið hevur verið at hoyra um hetta fundið, men tað skilst, at her er talan um eitt stórt fund. So her kunnu vit helst eisini rokna við nýggjum brunnum í næstu framtíð. Bæði Dong og Chevron eru við í hesum loyinum, og skilst, at tey fegin síggja, at farið verður víðari við hesum fundinum.
Eisini skal nevnast, at Faroe Petroleum hevur upplýst, at tað er ikki óhugsandi, at tað fer at seta borin í føroysku undirgrundina í næsta ár ella skjótt aftaná tað.
Hetta eru so bara nøkur av boðunum uppá, hvat vit kunnu vænta á Atlantsmótinum av borivirksemi komandi tvey árini.