Oljubryggja í Fuglafirði fyri 12,5 mió kr.

Eitt minnilutauppskot hjá Dánjali Vang, býráðslimi í Fuglafirði, um at gera eina 70 metrar langa oljubryggju sunnanfyri Ennibryggju er samtykt á býráðsfundi í Fuglafirði

Oljubryggja

Á býráðsfundi í Fuglafirði hóskvøldið 2. mars var málið um bygging av oljubryggju á skránni.
Havnanevndin hevði býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.
Meirilutin í nevndini, Signar á Brúnni og Tórfríður Abrahamsen, mælti til at leingja Ennibryggjuna heimeftir.
Minnilutin, Dánjal Vang, mælti til at gera eina oljubryggju sunnanfyri Ennibryggju, sum verður umleið 70 metrar til longdar og kemur at kosta einar 12,5 milliónir krónur.
Jón N. Olsen mælti til at gera eina bryggju millum Fóðurbryggjuna og Ennibryggjuna, men uppskotið hjá honum fall.

Tríggir fyri
Úrslitið av býraðsfundinum hóskvøldið varð, at minnilutauppskotið hjá Dánjali Vang varð samtykt við fimm atkvøðum fyri, trimum ímóti og ein atkvøða var blonk.
Tey, sum atkvøddu fyri uppskotinum hjá Dánjali, vóru Sigurd Simonsen, Elisabeth Eldevig, Eyðun á Lakjuni, Jan Toftegaard og Dánjal Vang.
Signar á Brúnni, Tórfríður Abrahamsen og Jón N. Olsen atkvøddu ímóti og Petur Abrahamsen atkvøddi blankt.
Uppskotið hjá meirilutanum í havnanevndini fall sostatt burtur.