Oljubilur í samastoyti í 1979

Fyri 30 árum síðan:

Í Sosialinum 3. mars 1979 er hendan myndin av einum samanstoyti í J. Paturssonargøtu í hálku.


Ein oljubilur hjá oljufelagnum Esso, sum var á veg oman brekkuna í J. Paturssonargøtu í hálku, bremsaði og fór runt á vegnum við teimum avleiðingum at hann tók tríggjar aðrar bilar við sær.


Nakað av olju lak úr oljutanganum á Esso bilinum, men tað eydnaðist skjótt at steðga lekanum.

Á myndini er ein VW Transporter hjá Esso, ein Audi 80 hýruvognur og ein Mazda 929 stationcar.