Tað hevur verið rættiliga nógvur vindur í nátt og tað er framvegis nógvur vindur summastaðni. Á Fámjinsvegnum eru 51 metrar um sekundið og aðrastaðni í Suðuroy, og nógva aðrastaðni kring landið, er hann oman fyri 30 og 40 metrar um sekundið, tað krevur varsemi at koyra ímillum bygdir í morgun.
Men løgreglan sigur, at ongir skaðar hava verið. Onkrar fráboðanir eru komnar inn um ymiskt, stakitt og plátur, sum hava verið í vanda fyri at fúka í vindinum, men tað hava fólk avgreitt sjálvi á staðnum.
Men í nátt varð eisini boðað frá at oljubáturin Katalina, sum lá í Klaksvík, hevði slitið, men løgreglan sigur, at har var ongantíð vandi á ferð og at tey høvdu fult tamarhald á støðuni, og tey fóru á Fuglafjørð við bátinum.