Tekur grønlandska heimastýrið ikki neyðug stig, kann eitt oljuævintýr í Vesturgrønlandi gerast ein marra fyri samfelagið. Tað sigur búskaparfrøðingurin Arne Rasmussen, sum starvast í Danske Bank.
-Er tað veruliga rætt, at nógv olja er undir vesturgrønlendska havbotninum, kann tað fáa sera óhepnar avleiðingar fyri grønlendska búskapin, sigur Arne Rasmussen við Politiken. Hann vísir á, at í øðrum londum, sum brádliga hava fingið ein stóran oljuídnað, hevur tað víst seg, at lønarlagið í oljuvinnuni fer upp ígjøgnum, og at lønirnar í øðrum vinnum megna ikki at fylgja við. Tað ger, at ein stórur paretur av arbeiðsmegini leitar sær í oljuvinnuna, og at tað almenna, sum eisini fær nógvar pengar burtur úr oljuni, fer við hinari arbeiðsmegini. Tað kann í ringasta føri hava við sær, at aðrar vinnugreinar noyðast at gevast, sigur hann.
Arne Rasmussen sigur, at hetta hendi í Niðurlondum í sjeytiárunum, tá nógv olja bleiv funnin í niðurlendska partinum av Norðsjónum.
Búskaparfrøðingurin í Danske Bank mælir grønlendska heimastýrinum til at stovna ein oljugrunn, soleiðis sum Noreg og Alaska hava gjørt. Á tann hátt ber til at forða fyri, at ov nógvir pengar frá oljuvinnuni koma út í samfelagið, og samstundis hava londini pengar at standa ímóti við tann dagin, eingin olja er eftir í undirgrundini.