Tað merkir, at bensin hjá báðum feløgunum nú kostar 13,89 krónur fyri liturin. Diesel kostar 13,49 krónur og húsarhaldsoljan kostar 12,75 krónur fyri liturin.
Bátadiesel kostar 12,19 krónur liturin, og bátadiesel+ kostar 14 krónur liturin.
Síðani russisku innrásina í Ukraina er oljuprísurin broyttur út við fimmti ferðir. Hann er nú munandi dýrari, enn 24. august, at Russland legði á Ukraina.
Men bensinið er bara dýrkað helvtina í mun til oljuna, og húsarhaldsoljan er tann oljuúrdrátturin í Føroyum, sum er dýrkaður mest.
Bensin kostar nú 20,4 prosent meira enn 24. februar. Diesel kostar 38,5 prosent meira, og húsarhaldsoljan kostar 41,7 prosent meira, enn hon gjørdi 24. januar.