Tá oljan var lægst fyri einum góðum ári síðan kostaði ein litur hjá skipunum um 70 oyru. Nú liggur og melir um tvær krónur og hetta merkir, at oljuútreiðslurnar eru tvífaldaðar seinasta árið.
-Hetta hevur týdning fyri flotan og serliga rækjuflotan, sum brúkar nógva olju. Men oljuprísin fáa vit ikki gjørt nakað við, sigur Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum.
-Tað er munandi tyngri hjá skipunum af fáa tað mala runt við dýru oljuprísunum. Rokningin uppá bunkringina tvífalda. Eg havi júst umbiðið eina bunkring til sjós í Eysturgrønlandi, har var prísurin 205 oyri. Prísurin liggur um tvær krónur í dag, hóast almenni prísurin er hægri, tí tey flestu skipini fáa avsláttur, sigur Jákup Sólstein,