Oljuleiting
Eitt av oljufeløgunum, sum er við til at bora gjøgnum basaltfláirnar í føroysku undirgrundini í ár og komandi ár, er Anadarko. Føroyski stjórin í felagnum, Johan Mortensen sær fram við stórum spenningi, at Anadarko kann vera við til at finna fyrstu føroysku oljuna. Sjálvur hevur hann verið við í oljutilgongdini frá byrjan, fyrst hjá Amerada Hess og nú hjá Anadarko. Hann kom tíðliga í samband við Richard Hardmann, navnframa Amerada Hess stjóran. Richard fekk yvirtalað Johan Mortensen at gevast við fiskasøluarbeiðinum fyri heldur at gerast fyrsti føroyski umboðsmaðurin hjá AMERADA HESS. Johan hevði altíð ta sannføring, at oljuvinnan skuldi gerast føroysk og fekk hann feløgini í sínum bólki at taka inn sonevndar "trainees". Einir 15 føroyingar nýttu høvið at starvast hjá einum oljufelag í bólkinum í nakrar mánaðar. Tað skilst, at hetta var stak væleydnað.
Richard Hardman bar eisini so í bandi í oljusamtakinum, at Johan Mortensen fekk eina holla skúling í mongum, sum hevur við oljuvinnu at gera, líka frá geologi til marketing av gassi.
Einki stendur í stað og tíðir skifta. fekk Johan boðið at gerast stjóri hjá Anadarko Faroes Company og tók hann av. Anadarko er komið sera væl fyri, nú tað verður partur av báðum brunnunum, sum verða boraðir.
Johan Mortensen er sera fegin um hetta og er eisini varisliga bjartskygdur fyri møguleikunum at finna olju og gass í summar.
Johan hevur ongantíð dult sína hugsan um, at tað verður oljan, sum veruliga fer at fáa Føroyar fram á altjóða pallin og sum fer at cementera vælferðarsamfelagið.
Umframt Anadarko er Johan Mortensen framvegis aktivur við útflutningi av fiski gjøgnum felag sítt BALDUR sum eisini umboðar fleiri cruise skip og so sjálvandi hitt áhugamál hansara Restorffs Bryggjarí og alt, sum hevur við gastronomi og menning av føroyskum matvørum at gera.