Oljan nærkast føroyska markinum. Hetta ber til at lesa úr tíðindaskrivi, sum bæði Faroe Petroleum og eysturríkska oljufelagið OMV hava sent út í morgun. Samtakið hevur funnið kolvetni á Tornado leitimiðinum, ið liggur vestan fyri Hetland – góðar tríggjar fjórðingar frá føroyska markinum. Føroyska oljufelagið eigur 7.5 prosent av Tornado leitimiðinum.
OMV, ið er fyristøðufelag og loyvishavari við 35 prosentum, hevur borað Tornado leitibrunnin 204/13-1, sum liggur umleið 10 km í ein útnyðring frá Suilven oljukelduni og 30 km í ein útnyðring frá Schiehallion, Foinaven og Loyal framleiðslueindunum.
Bæði olja og gass vórðu funnin í brunninum, og arbeitt verður í løtuni við upplýsingunum frá brunninum. Bæði tjúkdin og góðskan á jarðgoymsluni eru í tráð við forsøgnirnar undan boringini. Vegna jaliga úrslitið á brunninum, ætlar samtakið at bora ein síðusporsbrunn fyri at staðfesta stødd og kolvetnissløg á fundinum.
Brunnurin varð boraður á 1.048 metra havdýpi, og borað varð niður á 2.743 metra dýpi. Boriskipið Stena Carron varð nýtt til boringina.
Kostnaðurin verður lutfalsliga býttur millum loyvini P.1190 og P.1262. Umframt OMV og Faroe Petroleum, luttaka Dana Petroleum við 30 prosentum, Dong Energy við 20 prosentum, og Idemitsu við 7.5 prosentum.
Tornado er annað fundið á rað á Atlantsmótinum hjá Faroe Petroleum innanfyri ein mánað. Í september kunngjørdi felagið, at gass varð funnið í Glenlivet brunnurin. Fleiri upplýsingar um Tornado úrslitið verða kunngjørdir, tá kanningarnar og síðusporsboringin eru liðug.
Aftaná Glenlivet og Tornado, heldur boriætlanin á Atlantsmótinum fram við Anne Marie oljuleitimiðinum á føroyskum øki og Cardhu og Lagavulin oljumleitimiðunum á bretskum øki. Hesir tríggir brunnarnir verða væntandi boraðir í 2010.
Sambært oljublaðnum Upstreym á netinum verður tosað um at binda eina útbygging av Tornado í oljuframleiðslu, sum longu finst í grannalagnum, her antin Foinaven ella Schiehallion.
Áhugavert er at merkja sær, at nýggja oljukeldan liggur einans umleið 15 fjórðingar frá Anne Marie leiðini, har borað verður um eitt hálvt ár. Oljufólk hava rættiliga stórar vónir til henda sjeynda brunnin á Føroyaøkinum og er ein møguleiki eisini, at knýta eitt møguligt oljufund her í framleiðsluútbúnað stutt frá á bretskum øki.
Við Tornadofundinum er ljóskastarin aftur av álvara settur á føroyska landgrunnin. Tornado eer triðja keldan, sum verður funnin heilt tætt upp at føroyska markinum. Hinar eru Cambo, sum onkrir eygleiðarar vilja vera við gongur tvørtur um markið og so Rosebank, sum eisini gongur tætt upp at markinum.










