Manningarfeløgni vilja undir ongum umstøðum góðtaka, at manningin skal verða við til at rinda oljuna. Men tað vilja reiðararnir.
- Hvørt mansbarn veit, hvussu stóran týdning oljan hevur, sigur Viberg Sørensen við útvarpið.
Hann vísir á, at teir fyrr hava gjørt avtalu, har oljan er íroknað. Reiðararnir seta hart móti hørðum, tí oljan skal roknast uppí, sigur Viberg Sørensen.
Manningarfeløgini hava ikki lýst verkfall. Reiðararnir hava kallað skipini heim, og tí er talan um verkbann.









