Spanski fíggjarmálaráðharrin, Cristobal Montoro, almannakunngjørdi í gjár rokningina fyri arbeiðið at taka upp olju, sum er likin úr tí sokna tangaskipinum Prestige. Ráðharrin sigur, at teir pengar, sum higartil eru játtaðir, røkka bara til at rudda burtur ta oljuna, sum higartil er komin upp á land, og at pengarnir fara als ikki at røkka til tað arbeiðið, sum kann liggja fyri framman. Hildið verður, at umleið 53.000 tons av olju eru eftir í tangunum á tí sokna skipinum.
Fyrr í vikuni var tann serútgjørdi franski kavbáturin Nautilus niðri hjá vrakinum og tetti eitt av holunum. Sambært myndugleikunum eru tólv hol nú tett, men framvegis rennur olja ígjøgnum átta onnur hol í skrokkinum.
Prestige sakk tann 19. november, eftir at tað hevði rikið mannaleyst í illveðri í seks samdøgur. Hildið verður, at eini 25.000 tons av olju eru likin úr tangunum higartil og hava dálkað sponsku útnyrðings- og norðurstrondina so illa, at fleiri túsund fiskimenn eru vorðnir arbeiðsleysir.
Seinastu tveir mánaðarnar hava fleiri túsund sjálvboðin og hermenn roynt at rudda sponsku strondina. Eisini á fronsku útsynningsstrondini er olja rikin upp á land.