Soleiðis, sum Kristian Martin Rasmussen, reiðari, greiddi frá á In.fo herfyri, er prísurin á svartkjafti munandi fallin seinastu tíðina.
Felagið Nótaskip veit at siga, at meðalprísurin, sum føroysku skipini fingu fyri svartkjaft í fjør, var millum 2 og 2,20 krónur fyri kilo. Samanbera vit prísirnar á norsku uppboðssøluni í fjør, var meðalprísurin har 2,30 danskar krónur fyri kilo.
- Í løtuni fáa skipini 1,50 krónur fyri kilo, tá landað verður til Havsbrún, og væntandi er, at prísurin helst fer at lækka enn meira. Føroysk skip, sum hava landað í Skotlandi í ár, hava fingið 1,40 krónur fyri kilo.
Felagið Nótaskip vísir á, at tilfeingisgjaldið fyri svartkjaft í fjør var 20 oyru fyri hvørt kilo, og hetta svaraði til umleið níggju prosent av søluprísinum í meðal.
- Við einum munandi lægri avreiðingarprísi á svartkjafti í ár verður tilfeingisgjaldið, sum reiðaríini skulu rinda, eitt munandi hægri prosenttal av søluprísinum, vísir Felagið Nótaskip á.
Lagt verður aftrat, at í mun til at fiska onnur uppsjóvarfiskasløg, eru oljuútreiðslurnar av at fiska svartkjaft munandi størri.










