Olja drap nógvan sjófugl

Í minsta lagi 2.000 sjófuglar doyðu orsakað av óhappinum, tá íslendska farmaskipið Góðafoss sigldi á land úti fyri Hvaler í Noregi seinasta vetur.

Olja lak úr skipinum, og kanningar hjá Norsk Institutt for Naturforskning vístu, at minst 1.000 æður og næstan 1.500 aðrir sjófuglar doyðu av oljudálking. Tað sigur granskarin Arne Follestad við kringvarpið NRK. Hann viðgongur, at tað er eitt sindur torført at siga við vissu, hvussu nógvur fuglur doyði, men at talið er í hvussu er millum 2.000 og 2.500, men kanska uppaftur størri.

Góðafoss fór á land við Hvaler tann 17. februar í fjør. Seks dagar seinni eydnaðist at fáa skipið avaftur, og tað bleiv togað til Danmarkar til umvælingar. Tá vóru meiri enn 100 rúmmetrar av olju runnin úr skipinum.