Olivia seymaði altardúk til Hirtshals kirkju

Sunnudagin 17. august var hátíðarhald í Hirtshals kirkju í samandi við, at hundrða ár vóru liðin, síðani kirkjan varð vígd.

Til stóra hátíðarhaldið hevði meinigheitsráðið biðið Olivu Hansen, sum er úr Hoyvík, men sum býr í Hirtshals, um at seyma ein nýggja altardúk til kirkjuna – sum eisini varð tikin í nýtslu hendan hátíðardagin

Við Nordjyske Siftstidende greiddi Olivia Hansen frá stór arbeiðinum við at brodera dúkin. Tá hon hevði broderað, skuldi dúkurin vaskast, áðrenn hon kundi klippa í hann. Dúkurin er úr hør, sum tódnar, tá tað verður vaskað millum seks og tíggju prosent. Tí var hon sera spent at síggja, hvussu dúkurin sá út á altarinum.

- Eg var ógvuliga fegin, tá eg legði hann á altarið dagin fyri, og hann passaði væl, sigur Olivia Hansen, sum hevur lært alt um klassiskt hvítt broderí á kvøldskúla hjá Jenny Simonsen í Havn.

Myndevnini á nýggja altardúkinum vísa til kirkjuligar handlingar: Jákupsstigin, hvítusunnuliljan, krossurin og kalikurin.

Aftan á hátíðargudstænastuna varð boðið til ábit á Norðsjóvarsentrinum, har greitt varð frá søguni hjá kirkjuni í Hirtshals – serliga úr 56 síðurs stóra jubileumsritinum, sum meinigheitsráðið hevur givið út í sambandi við 100 ára dagin.