Sangleikurin Oliver, sum verður framførdur í Víkingahúsinum í Norðragøtu, byrjar klokkan 18 í kvøld - og ikki klokkan 19, um onkur skuldi ivast.
Í annaðkvøld verður aftur ein sýning, sum verður hin seinasta í hesum umfari, og henda byrjar klokkan 19.
Úr Gøtu verður sagt, at útselt er bæði til sýningina í kvøld og í annaðkvøld.
- Nú verður umhugsað, hvussu farið verður víðari, og hetta fara fólk at frætta nærri um, tá tað verður greitt, verður sagt úr Gøtu.